Amerikanska kvinnan, Amanda Knox, sum í 2011 við ein italskan dómstól var fríkend fyri at hava beint fyri Meredith Kercher, sum var bretsk skiftislesandi, ið búði saman við Knox, skal møguliga fyri rættin aftur.
Hægstirættur í Italia hevur í øllum førum sagt, at fríkenningin frá 2011 er ógildað, og at Amanda Knox tí noyðist aftur til Italia, har rættarmálið skal ganga umaftur.
Amanda Knox og táverandi sjeikur hennara, Raffaele Sollecito, vórðu í november 2007 handtikin fyri morðið, og í fyrsta umfari fingu tey eisini dóm.
Men eftir eina drúgva rættargongd við ein kærudómstól blivu tey seinni fríkend, og í staðin var ein fyrrverandi granni hjá teimum, Rudy Guede, dømdur fyri morðið, tí hansara DNA varð funnið á ástaðnum.
Nú heldur so italski hægstirættur, at fríkenningin varð grundað á feilir, mótsagnir og høpisleysar niðurstøður, og at málið tí skal viðgerast einaferð aftrat.
Ikki er greitt, um Amanda Knox ætlar sær til Italia, so hon kann vera til staðar í einum møguligum nýggjum rættarmáli.