Drápið liðugt

- rikið var á Skálafjørð

Bólkurin av springarum, ið var rikin inn á Skálafjørðin, er nú fingin til høldar.

 

Sambært heimildarfólki gekk drápið einastandandi væl. Tað gingu nakrir fáir minuttir, so høvdu allarflestu springararnir lagt beinini og lívið var fingið av teimum.

 

Tað verður mett, at talan er kanska um 50 hval tilsamans.

 

Tað vórðu øgiliga nógv fólk, ið stóðu klár í Skálafirði tá fylgið kom inn eftir fjørðinum.

 

Meir kemur seinni um býtið og annað.