Drífa setur dám á jólini

Í samband við jól í Bringsnagøtu hava tiltøk verið í Havnar kirkju hvørt kvøld síðan jólatræðið á Vaglinum varð tendrað tann 26. november.

Týskvøldið kl. 20 syngur sangarinnan Drífa Hansen. Gudmund Mortensen hevur fylgisspælið.

Drífa Hansen, sum er sopran, vaks upp í Keypmannahavn, Havn og Kaldbak. Hon byrjaði at taka sangtímar á Reykjavíkar Sangskúla - Føroya deild í 2001.

Drífa hevur síðani nomið sær sangútbúgving í Fraklandi, Svøríki og i Íslandi. Seinastu árini hevur hon fingið undirvísing frá kendum operasangarum og pianistum kring Týsklandi.

Hon er nú búsitandi í Berlin, og er nú virkin sum operasangari burturav.