Norðurlandahúsið: Klokkan er farin av 12. Við eina teldu í Klingruni sita tveir mans, Sjúrður Gullbein og Uni Rasmussen.
Teir royna at fáa telduna at gera tað, teir ynskja: At kunna lesa upp ein vanligan tekst í Word og at lesa upp ein teldupost, sum Uni hevur fingið.
Tað gongur ikki heilt eftir ætlan, tí nú lesur teldan bara upp úr teldupostinum. Teir baksast eina løtu aftrat, og nú riggar umsíðir.
Og tað er vist eisini tíð uppá, tí minni enn tveir tímar seinni skal tann føroyska teldutalan standa sína roynd.
Sjúrður Gullbein hevur staðið fyri tí málsliga og tøkniliga arbeiðinum, og Uni Rasmussen er ein teirra, sum fær gagn av hesum arbeiðinum.
Kl. 14 í gjár varð nevniliga henda verkætlanin løgd fram fyri almenningin. Og saman við henni ein onnur verkætlan um eitt teldutøkt føroyskt tekstasavn.
- Jú, hetta er ein ótrúlig hjálp, og ein stórur dagur fyri okkum, sigur Uni, sum hevur verið blindur tey seinastu 15 árini.
Gott og rætt mál
Tað er ikki smávegis brøgd, ið henda teldutalan kann fremja.
Uni hevur júst fingið ein teldupost sum eina roynd, og nú lesur teldan brot úr brævinum:
"Eg-dugi-at-lesa-tað-mesta-sum-er-skrivað-á-føroyskum", ljóðar úr telduni.
Upplesturin er týðiligur og greiður, og eingin vandi er fyri, at tann ið lurtar ikki skal fáa alt við, tí lesiferðin er hóskandi.
Uni og Sjúrður brosa við, tí nú eru teir komnir eitt stig víðari í fyrireikingunum.
Men teldan dugir eisini at lesa upp á føroyskum, hóast talan ikki er um gott føroyskt mál.
"Eg dugi eisini at lesa forskjelligt, sum ikki er direkta føroyskt ? for eksempil Prix Føroyar", lesur Sjúrður upp umvegis telduna.
Eingin umbering
Sjálvur er Uni sera fegin um hesa føroysku teldutaluna.
-Nú kann eg lesa føroyskar tekstir, og kann eisini lesa Sosialin av internetinum.
-Og hvør veit ? kanska eg nú fari at lesa onkrar føroyskar bøkur. Eg havi ongatíð verið nakar lesihestur, men nú er so eingin umbering fyri at lata vera, sigur Uni.
Frammanundan hevur hann havt henda møguleikan, men tá á øðrum málum. At tað nú er á føroyskum fer at lætta nógv um hjá honum.
-Nú fari eg eisini at tíma at lurta eftir longri tekstum, tí teir eru á føroyskum, sigur Uni, sum einaferð í framtíðini fer at kunna fáa sms-boð upplisin á sama hátt.