59 ára gamli Jóan Jakku Blástein fór í góðveðrinum fríggjadagin við bátinum Hvannadalur at royna eftir hemara í Vestmannasundi.
Meðan hann var úti royndu fólk at ringja til hansara, men hann svaraði ikki. Tá tað leið móti kvøldi, og tað framvegis einki hoyrdist frá Jóan Jakku gjørdust fólk bangin um hann og boðað varð frá til løgregluna.
Sjóbjargingarstøðin MRCC-Tórshavn fekk fríggjakvøldið kl. 20.11 boðini. Báturin, sum var ein sekæringur, varð seinast sæddur kl. 16.30 stutt norðanfyri Vestmanna.
MRCC upplysir í tíðindaskrivi, at bátar úr Vestmanna fóru at leita. Brimil og Tjaldrið fóru somuleiðis á leiðina. Ùr Vágum fór tyrla við serligari leitiútgerð.
Kl. 22.09 fríggjakvøldið kom tyrlan fram á bátin, sum tá var staddur 3,5 fjórðingar úr Mylingi. Brimil kom á staðið stutt eftir og kundi staðfesta, at maðurin, Jóan Jakku Blástein, var umborð, men syntist lívleysur. Seinni varð staðfest, at maðurin var deyður.
Jóan Jakku Blástein var giftur og átti fyra børn.










