Stutt eftir klokkan 17 í gjár fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp í Jónas Broncks gøtu í Havn. Talan var um ein bil, ið kom oman eftir Jónas Broncks gøtu, tá ið hann brádliga fór yvir í vinstru síðu og rendi á ein pela, og rakti síðani tvær ungar kvinnur.
Bæði tær báðar kvinnurnar, og bilførarin, vórðu flutt á sjúkrahúsið. Tær báðar kvinnurnar fingu snuddir, men einki lívshóttandi. Hinvegin mátti tey á Landssjúkraghúsinum staðfesta, at bilførarin, sum var 69 ára gamalur, doyði. Onnur av kvinnunum, ein 27 ára gomul kvinna, breyt bæði beinini.
Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi, men ein forkláring kann vera, at hann hevur fingið eitt dánilsi av onkrum slagi ímeðan hann koyrdi og at hann tí misti tamarhaldið á bilinum.