Danska stjórnin fer at seta 10 milliónir krónur av á fíggjarlógini fyri 2009 til ta ætlaðu veðurlags- og havstreymagranskingina í Føroyum -Granskingin er í samgonguskjalinum hjá donsku stjórnini, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sum hevur havt samband við Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharra um málið.
Fyrireikingarnar til trý ára granskingarætlanina eru farnar í gongd, og beint eftir nýggjár fara fýra granskarar at kanna, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar hava á havstreymarnar við Føroyar og á týðandi fiskastovnar, sum eru grundarlagið undir tilveruni í Føroyum. Høvuðsstøðin hjá granskingini verður í Fiskirannsóknarstovuni í Havn.
Edmund Joensen sigur, at teir fýra granskararnir skulu arbeiða við ætlanini, og tí skulu fýra ph.d.-størv setast. Granskararnir skulu innskrivast í lærdan háskúla í Føroyum ella í Danmark, og helvtin av granskingartíðini verður í Føroyum.
Endaliga úrslitið av granskingini skal kunngerast í einari frágreiðing í 2012, sigur Edmund Joensen.