Danska fregattin, Esbern Snare, hevur síðan oktober verið í Guineavíkini út fyri Vesturafrika fyri at verja sjóferðsluna um hesar leiðir ímóti sjóránarum.
Men, nú er greitt, at fregattin er boðsend og skal gerast ein partur av danska stuðlinum í stríðnum um Ukraina, nú stúrt verður fyri, at Russland fer at gera innrás í landið.
Uttanríkispolitiska nevndin hjá danska fólkatinginum stuðlar donsku stjórnini í, at fregattin nú skal heim úr Vesturafrika.
Sermitsiaq veit í dag at siga, at Esbern Snare skal gerast partur av tilbúgvingini, sum Nato hevur biðið Danmark hjálpt til við í samband við Ukraina-kreppuna.
Kelda til tíðindini í Sermitsiaq er danski verjumálaráðharrin, Morten Bødskov, eftir fund í uttanríkispolitisku nevndini.
- Vit hava fingið eina áheitan frá Nato um at styrkja okkara tilbúgving og okkara leiklut við einari av okkara fregattum, sigur verjumálaráðharrin.
Morten Bødskov vil ikki upplýsa, hvar danska fregattin fer, tá hon kemur heim.
Miðlarnir hava fregnast og spurt, um hetta verður á leiðini við Krim-hálvoynna í Svartahavinum ella í Eystursjónum, men tað vil verjumálaráðharrin einki siga um.











