Donsk dubbing í Arktis

Danmark brynjar seg hernaðarliga í økinum við Norðpólin, soleiðis sum Kanada og Russland eisini ætla sær at gera Berlingske Tidende skrivar, at allir flokkar á Fólkatingini við undantak av Eindarlistanum hava samtykt, at Danmark skal skipa eina serliga deild í tí arktiska økinum.

Deildin skal so brúkast til átøk í Grønlandi ella til altjóða uppgávur í póløkinum, skrivar blaðið.

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Kuupik Kleist, sigur KNR, at Grønland hevur ongan áhuga í einari hernaðarligari dubbing í økinum, men um tað snýr seg um havumhvørvið og eftirlit, er ætlanin skilagóð, sigur hann.