Donald Trump hóttir Obama

Amerikanski ríkmaðurin Donald Trump hóttir nú við at leggja seg út í forsetavalstríðið. Við sjónvarpið Fox News sigur hann, at í nátt fer hann at almannakunngera eina avdúkling um Barack Obama, og at hetta kann ávirka úrlitið av forsetavalinum.

-Hetta verður hugvekjandi, og tit fara at gera nógv burtur úr tí, sigur Trump (myndin).

Donald Trump hevur fyrr sagt, at Obama er ikki føddur í USA, og at hann tí ikki kann vera amerikanskur forseti, og tað noyddi forsetan at almannakunngera sítt føðibræv, sum vísti, at hann er føddur í Hawaii og sostatt innan fyri amerikanska markið.

Vinir hjá Donald Trump hava sagt, at avdúkingin snýr seg um hjúnarlagið hjá Barack og Michelle Obama, og at hann hevur skilnaðarpappír hjá teimum báðum. Tað hevur eingin, heldur ikki Trump sjálvur, váttað, skrivar Ritzau.