Í Londin boðar Buckingham Palace sambært Reuters frá, at Donald Trump, foresti, kemur á ríkisvitjan í Bretlandi fyrst í juni sum gestur hjá Elizabeth II drotning.
– Trump forseti hevur tikið ímóti innbjóðingini frá Elizabeth drotning um eina ríkisvitjan í Stórabretlandi í juni, eru boðini í einum tíðindaskrivi frá Buckingham Palace.
Trump og konan, Melania Trump, vitja Bretland í døgunum 3. - 5. juni.
Bretska hóvið sigur, at meira um vitjanina verður at frætta seinni.
Trump skal á ferðini vitja Theresu May, forsætisráðfrú, í Downing Street.
Ríkisvitjanin verður samstundis sum hátíðarhildið verður, at 75 ár eru liðin síðani D-dagin í Normandínum undir Seinna Heimsbardaga.
– Bretland og USA hava tætt og varandi samstarv, sum hevur røtur í okkara felags søgu og felags áhugamálum, verður sagt í tíðinaskrivinum frá Theresu may, forsætisráðfrú, sum heldur fram:
– Ríkisvitjanin er ein møguleiki fyri at styrkja okkara longu góða samband á økjum usm handli, íløgum, trygd og verju. Og til at tosa um, hvussu vit byggja víðari á hesi bond í framtíðini.
Trump fer víðari úr Lond til París at hitta Emmanuel Macron, forseta.
/ritzau/Reuters
@font-face { font-family: "Cambria Math"; }@font-face { font-family: "Calibri"; }p.MsoNormal, li.MsoNormal, div.MsoNormal { margin: 0cm 0cm 0.0001pt; font-size: 12pt; font-family: "Calibri", sans-serif; }.MsoChpDefault { font-family: "Calibri", sans-serif; }div.WordSection1 { }