Fyrrverandi italski landsliðsvenjarin, Roberto Donadoni, er nú venjari hjá italska Napoli, men har hevur ikki gingið meira enn næstbest. Um vikuskiftið tapti Napoli 2-1 móti Roma, og eru teir ljósabláu nú nummar 15 í seriu A. – Donadoni er ein fyrimynd sum persónur, men vit hava ivaleyst ymsar áskoðanir um fótbólt, sigur Aurelio de Laurentiis, sum er forseti í Napoli.










