Don Ø til Onglands

FC Keypmannahavn er nógv meira enn bert eitt fótbóltsfelag. Parek Sport & Entertainment, sum felagið kallast, eigur FCK, Lalanida og fitness.dk, men sambært nevndarformanninum Flemming Østergaard hevur felagið framvegis stórar ætlanir um at vaksa um felagið.
- Vit eru ikki komnir hálvan veg við teimum ætlanum, sum vit gjarna vilja gera til veruleika. Vit hava helst útnytta størsta potentialið í Danmark, og tí kann tað saktans verða, at vit keypa uttanlands næstu ferð. Og tað er ikki óhugsandi, at vit keypa eitt enskt 1. deildarfelag, sigur Flemming Østergaard við Økonomisk Ugebrev.