##med2##
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1 samrøður um dystin EB/Streymur-07 Vestur, ið var avblástur vegna vánligu veðurumstøðurnar tá 56 minuttir vóru spældir við Margáir:
1) Hoyr samrøðu við dómaran, Bjarka Danielsen sum staðfestir, at har ikki annað at gera enn at blása dystin av í 56. minutti, tí tað var bara ikki spælandi við Margáir.
2) Hoyr samrøðu við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen sum er samdur í avgerðini, men hann hellir til, at tað hevði verið betur um avgerðin eins og á Argjum var tikin undan dystinum.
3) Hoyr samrøðu við Martin Tausen hjá 07 Vestur, ið slær fast, at avblásti dysturin nervar ikki 07 Vestur sum skal spæla seinnu hálvfinaluna móti KÍ á útivølli komandi mikukvøld klokkan 18.30.