Dómari við fleygastong

Herfyri var hann á fleyg eftir náta í Nólsoy. Í morgin skal hann kunngera dómin í umrødda tollmálinum.

Tað er ikki so vanligt longur at síggja menn fleyga gamlan náta, men tað kemur meira enn so fyri á plássum, har menn plagdu at ganga á fleyg.

 

Gamal náti er góður døgurðamatur, men hann skal helst kókast leingi, áðrenn hann verður rímiliga moyrur og góður.

 

Henda dagin, viðhefta mynd er tikin, eru tað Jógvan Thomsen, stjóri á Fjarskiftiseftirlitinum og Søren Holm Seerup, dómari, sum eru við fleygastongini á Stiðjabarmi í Nólsoy.

 

Stiðjabarmur er berg eystantil á norðrara parti av oynni.

 

Dagurin royndist einki serligur í tali av náta, men heilt sørir vóru teir heldur ikki, og ivaleyst fingu teir báðir ein góðan túr.

 

Til stuttleikar kunnu vit nevna, at Søren Holm Seerup, sum er hálvur nólsoyingur, er dómari í rættarmálinum millum Jørgen Niclasen og tey fýra tíðindafólkini hjá ávikavist Kringvarpinum og Portalinum.

 

Málið var til viðgerðar í Føroya Rætti mánadagin, týsdagin og mikudagin í síðstu viku, og ætlandi fellur dómur í rættarmálinum í morgin.

 

Fleiri frálíkar myndir eru at síggja á facebook-síðuni - Nólsoy í myndum - haðani viðhefta mynd av Søren Holm Seerup hjá Jógvani Thomsen eisini er.