Seinnapartin týsdagin klokkan 17.30 byrjar U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Grikkaland á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík.
(FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)
Tað verður 32 ára gamli, Jasper Vergoote úr Belgia sum verður høvuðsdómari til dystin.
Jasper Vergoote hevur ikki nógvar altjóða royndir. Hann byrjaði at døma altjóða dystir í fjør. Men tað er hent rættiliga ofta, at UEFA sendir altjóða óroyndar dómarar til Føroyar at døma dystir. Vónandi verður tað ikki okkara leikarum til ófyrimunar.
U21 EM-undankappingin bólkur G:
17:30 GMT- Klaksvík (við Djúpumýru)
FØROYAR - GRIKKALAND
Dómari: Jasper Vergoote BEL
Hjálpardómari 1: Martijn Tiesters BEL
Hjálpardómari 2: Michael Geerolf BEL
Fjórði dómari: Simon Bourdeaud’hui BEL
UEFA dómaraeygleiðari: Hannes Kaasik EST
UEFA umboð: Danny Meenan IRL