Enski Anthony Taylor dømdi mikukvøldið Europa League finaluna millum Sevilla og AS Roma, sum Sevilla vann eftir brotssparkskapping. Eftir dystin var José Mourinho – honum líkt – ónøgdur við dømingina. Hann vildi hava eitt brotsspark í seinna hálvleiki, men fekk tað ikki. Eftir dystin bíðaði hann í kjallaranum á leikvøllunum eftur dómarnum, har hann rópi ókvæmisorð eftir honum.
Hendan øðin tók yvir, tá Anthony Taylor og familjan skuldu við flogfari frá Budapest, har finalan var. Her vóru nógv viðhaldsfólk hjá AS Roma, sum skuldu heim. Tey vístu sína ónøgd við dømingina við at spýta og órógva Anthony Taylor og familjuna hjá honum.
Eitt nú bleiv ein stólur tveittur eftir honum. Dómarafelagið í Onglandi hevur fordømdi hendingina og sum heild hevur Anthony Taylor fingið stuðul frá fleiri í fótbóltsheiminum, sum halda at José Mourinho enn eina ferð er farin ov langt.
UEFA hyggur nú upp á málið.