Keypmannahavn tapti stórt fyri greiða oddaliðnum

Nú sær trupult út hjá Pernille Brandenborg og hennara liðfeløgum at røkka hálvfinalunum

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagar hennara í Keypmannahavn spældu í kvøld dyst á heimavølli í bólki 1 í ovara endaspælinum.

 

Á vitjan í Opvisnings-høllini í Frederiksberg var greiða oddaliðið, Odense sum undan dystinum í kvøld hevði vunnið 29 av 29 dystum hetta kappingarárið.

 

Odense tók í kvøld 30. sigurin á rað í deildini við 33-24 stórsigri. Í steðginum var útiliðið frammanfyri 17-12.

 

Pernille hevði tríggjar málroyndir, men bert tann eina sat í netinum.

 

Nú bert tvey umfør eru eftir er Odense greitt oddalið við 10 stigum. Liðið hjá Mariu P. Nólsoy, Horsens er næstfremst við seks stigum, og Keypmannahavn hevur tvey stig á triðja plássinum. Nykøbing Falster er aftast við einum stigi. Um Horsens fær eitt stig í tveimum teimum seinastu dystunum hava tær tryggjað sær pláss í hálvfinalunum. 

 

Mánadagin klokkan 17.30 spælir Horsens dyst á útivølli móti Odense. Sama kvøld klokkan 19.30 spælir Keypmannahavn dyst á útivølli móti Nykøbing Falster.

 

Í seinasta umfarinum komandi fríggjakvøld klokkan 19 tekur Keypmannahavn móti Horsens á heimavølli.