Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad spældu fríggjakvøldið dyst á heimavølli í Riisvangen í ovara endaspælinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.
Undan dystinum móti Skive hevði Aarhus Fremad vunnið seks dystir á rað, men tann sigursrøðin var kvett av Skive.
Norski Elias Egerton legði Aarhus á odda í 32. minutti, men fimm minuttir seinni javnaði Skive til 1-1. 10 minuttir inn í seinna hálvleik legði Skive seg á odda 2-1, og eftir tað megnaði heimaliðið ikki at svara aftur.
Andrass Johansen var ikki millum teir fyrstu 11, tá lið hansara, Fremad Amager á heimavølli leikti javnt 1-1 (0-1) móti AB.
Aarhus Fremad er fremst við 53 stigum. Middelfart hevur 47 stig á øðrum plássinum, men kann við sigri á Næstved sunnudagin vinna seg upp á 50 stig. Fremad Amager hevur 46 stig á triðja plássinum.
Komandi mikukvøld spælir Aarhus Fremad toppdyst á útivølli móti Middelfart.