FC Suðuroy hevur ein stóran trupulleika

Við teprum heimasigri ímóti FC Suðuroy lyfti B36 seg í kvøld nærri europeiskum plássi

Tað endaði 1-0 til heimaliðið, tá ið B36 í kvøld hevði vitjan av FC Suðuroy. Einasta málið varð skorað í 62. minutti. Símun Sólheim sendi við hornasparki úr vinstru bóltin dygst undir málið, og á dómaraseðlinum stendur skrivað, at talan var um sjálvmál, tá ið bólturin endaði í handara síðunetinum.

 

B36 sigurin ber við sær, at árstalsfelagið er á fjórða plássi við 16 stigum. Tað eru tvey stig fram til grannarnar í HB, sum eru á bronsuplássinum, og tað eru trý stig aftur til EB/Streym, sum nú er á fimta plássi.

 

B36 eigur altíð at vera favorittur á heimavølli ímóti FC Suðuroy. B36 var meiri á bóltinum, B36 vann fleiri hornaspørk enn gestirnir, og hevði fleiri royndir ímóti málinum, enn gestirnir høvdu.

 

FC Suðuroy var tó á ongan hátt niðurspælt, og aftur í kvøld var avrikið hjá FC Suðuroy eyðkent av góðum grundspæli, og at tað í løtum eydnaðist at varðveita bóltin.

 

Verjuparturin var fyri tað mesta væl skipaður, og spælararnir vístu sjálvsálit. Tí eigur tað at kennast serliga meint, at tað var í deyðbóltsstøðu, at avgerandi málið varð skorað.

 

Stóri trupulleikin hjá FC Suðuroy er, at tað gongst so illa at skora mál. Hetta var fjórða ferðin á rað, at suðuroyingarnir fóru av vøllinum uttan at skora mál. Tá ið tað er veruleikin, so kostar tað øll stigini, tá ið mótstøðuliðið skorar eitt mál. Soleiðis var tað í kvøld, og soleiðis var tað, tá ið FC Suðuroy 17. apríl spældi á útivølli ímóti NSÍ.

 

Fýra tær seinastu ferðirnar hevur FC Suðuroy spælt ímóti favorittliðum, og soleiðis verður tað eisini um eina viku, tá ið mótstøðuliðið verður Víkingur í Sarpugerði.

 

Á krossmessu, 3. mai, tapti B36 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Leygardagin um eina viku verður EB/Streymur aftur gestur hjá B36.  

 

 

 

 

 

B36 – FC Suðuroy 1-0 (0-0)

 

1-0: sjálvmál 62.

 

Dómari: Jákup Øssursson Mohr

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Bogi Reinert-Petersen, Mattias Weihe Joensen, Rói Hansen – Marius Kryger Lindh, Mattias Hellisdal, Pætur J. Petersen, Ragnar Samuelsen, Hannes Agnarsson – Brian Jakobsen

 

FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Bjartmar Holm, Jimmy Abdul, Owusu Emmanuel Andorful – Olaf Godtfred, Salmundur Bech – Pætur Augustinussen, John Ville Wøldike Leo, Fríði Holm – Eliasu Aminu Champang