Døgg Nónsgjógv, sum gevur fløgu út í september hevur júst verið á palli á Voxbotni. Hon spældi á stóra pallinum, og sigur við info at framførslan gekk væl.
Nýggja lagið "Ongi orð" var eisini framført saman við sangarinum og sangskrivarinum Marius fyri fyrstu ferð. Hans Jacob Kollslíð hevur skrivað orðini og Marius hevur skrivað lagið til "Ongi orð".
- Eg eri ordiliga væl nøgd við framførsluna av hesum lagnum, sum eisini verður á fløguni, sum kemur út í September, sigur hon.
Døgg ætlar at satsa uppá tónleikin, men veit enn ikki um hon fer at syngja á enskum í framtíðini.
- Mær dámar væl at syngja á føroyskum og havi ongar ætlanir um at flyta meg yvir á enskt, sigur hon.










