Ódn gjørt skaða fyri milliardir

Ódnin Krosa, sum hevur herjað landssynningspartin av Kina, hevur gjørt sera stóran skaða

Tað nógva regnið hevur lagt fleiri býir og stór landbúnaðarøki undir í vatni, og myndugleikarnir bera ótta fyri, at fleiri túsund hús eru so illa farin, at tey kunnu ikki umvælast. Nógvastaðni hava skriðulop kvett sambandið við fleiri bygdir, og vegakervið er illa farið.

 

Krosa linkaði í gjár, men kinesisku myndugleikarnir siga, at ódnin hevur gjørt skaða fyri meiri enn fimm mia. krónur.