DMI væntar upp í storm í hvirlunum

Nógvur vindur í dag, men annars verður veðrið gott um vikuskiftið.

Eitt stormlágtrýst yvir Føroyum fer í ein landnyrðing og kaldari og óstøðug luft blæsir yvir Føroyar av vestri, síðani norðri. Mánadagin kemur eitt nýtt djúpt lágtrýst móti Føroyum úr suðri.

 

Í dag verður strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, í støðum up í storm, 23 m/s. Alt døgnið verður skýggjað við mongum ælum og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Leygardagin verður strúkur í vindi upp í skrið av vestri og útnyrðingi, 13 til 18 m/s, men sum dagurin líður makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður, men eisini sólglottar og hitin um 6 stig. Um náttina makar hann vindin niður í fleyr til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 metrar um sekundið. Lutvíst klárt og sum frá líður yvirhøvur turt, hitin millum 2 og 6 stig.

 

Sunnudagin verður fleyr til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum snarar í ein eystan og øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Turt og sólglottar. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin upp í strúk til skrið av eystri, 13 til 18 m/s, seinni sunnan og vindurin minkar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Skýggjað og um náttina regn úr suðri, hiti alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.

 

Mánadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum øtlar upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Fyrrapartin verður samdrigið og yvirhøvur turt, seinni skýggjað og ælaveður. Hitin alt døgnið millum 5 og 8 stig.

 

Týsdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, fyrst av suðri, um náttina mest norðan. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin alt døgnið millum 5 og 8 stig.

 

Mikudagin verður andøvsgul upp í ein st´ruk av norðri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, í løtum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig.