Í samband við, at Jacob Vestergaard og Jóhan Dahl, landsstýrismenn, eru positivir fyri at flyta skipini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og Fiskirannsóknarstovuni til Suðuroyar, og at leggja tey undir Strandferðsluna, sum Sosialurin skrivaði um í gjár, hevur Bjarni Djurholm gjørt ein skrivligan fyrispurning til partamann sín Jacob Vestergaard, sum í síni tíð flutti Strandferðsluna til Suðuroyar.
Fyrispurningurin ber mest brá av, at Bjarni Djurholm sáar iva um argumentini hjá Fiskivinnumálaráðharranum.
- Argumentini mugu so merkja, at manningarnar skulu í mesta mun vera úr somu oyggja/øki, og at provianteringin somuleiðis skal fyriskipast av veitarum í ávísum umhvørvi, sigur Bjarni Djurholm. Ein av spurningunum er beinleiðis, um ætlanin er at syndra stovnar í høvuðsstaðnum, sum hava virkað. Spurningurin ber eisini brá av, at løgtingsmaðurin heldur tað vera undarligt, at ætlanin er at føra eitt slag av útjaðarapolitikki, sum fyri langari tíð síðani var lagdur á hillina.
Populistisk avgerð
Bjarni Djurholm heldur somuleiðis, at avgerðin er populistisk. Hann spyr um motivatiónina til avgerðina.
Fyrstu ferð hugskotið at flyta raksturin av skipunum til Suðuroyar var alment frammi var til móttøkuna har Bogi Mortensen tók við sum Strandferðslustjóri. Tá var tað Dánjal Andreasen, fráfarin stjóri, ið hevði uppskotið frammi, og heitti á politikararnar at hugsa um møguleikan at leggja skipini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og Fiskirannsóknarstovuni undir Strandferðsluna.
Ivast í sparing
Bjarni Djurholm undrast eisini, um ætlanin veruliga er at spara pening, ella um tað bara er lokalpolitikkur, sum er á skránni.
- Er tað ynski um at rationalisera ella bert fyri at flyta virksemi úr Tórshavn í útjaðaran, spyr Bjarni Djurholm. Sum fer at seta Jacob Vestergaard spurningin í morgin.