17 ára gamli Filip Djordjevic, sum er sonur Aleksander Djordjevic, venjara hjá KÍ, skal royndarvenja við Real Madrid.
Tað upplýstir Filip Djordjevic fyri Kringvarpinum seinnapartin.
Serbiski Filip Djordjevic hevur spælt við KÍ seinasta árið. Hann hevur havt ymsar trupulleikar við spælaraloyvinum, men pappírini eru nú komin í rættlag.
Tað verður væntandi í mai, at Djordjevic skal royndarvenja við javnaldrunum, sum eru knýttir at ungdómsdeildini hjá Real Madrid.
Tað er pápin, sum hevur fingið royndarvenjingarnar í lag.