Eina løtu er púra kvirt inni. Tað einasta, ið hoyrist, er skavandi ljóðið av penslum móti løriftum. Runt um í rúminum eru málningar í ymsum støddum við at fáa skap. Mitt í hurlivasanum av staffelium og málibyttum situr listamaðurin og málilærarin, Birger Møller, og eygleiðir teir 14 skeiðsluttakararnar. Knappliga hoyrist knarrandi ljóðið frá einum nýføðingi í eini babylift undir einum borði. Ein av luttakarunum hevur tikið sína tveir mánaðar gomlu dóttur við sær á máliskeið hesar dagarmar. Tað er nevniliga ikki á hvørjum degi, at møguleiki er at fara á skeið í abstraktari málningalist hjá listamanninum Birger Møller, sum vanliga undirvísir á Århus Kunstakademi.
Íblástur úr dulvitinum
Temaið á máliskeiðnum hjá Birger Møller í Klaksvík hesar dagarnar er verur av ymsum slagi og skapi. Og tað er týðiligt, at intensa frálæran av sonnum er kropin inn undir húðina á luttakararnum.
- Tá eg fór í song í gjárkvøldið, sá eg alskyns trøll, slangur og løgnar verur fyri mær, flennir Birgit Hansen, skeiðsluttakari.
Eins og fleiri av hinum luttakararnum, hevur Birgit verið á máliskeið fyrr hjá Archibald Black, men ongin av teimum hevur roynt nakað, ið líkist frálæruni á hesum skeiðnum.
Birgir Møller greiðir frá, at hann hesuferð gevur frálæru í sokallaða Cobra máliháttinum. Í stuttum snýr hesin málihátturin seg um at mála uttan myndevni, skitsu ella ætlan, og í staðin lata íblásturin koma spontant og úr dulvitinum.
Krevur dirvi
- Hetta er eitt sindur sum at vera í barnagarði aftur. Tað er stutt sagt ikki loyvt at gera eina skitstu áðrenn. Vanliga máli eg annars mest fólk og landsløg, so hetta er ein rættiliga stór avbjóðing, sigur Birgit Hansen, sum hevur havt málingina sum ítrív í eini tvey ár.
Birger greiðir frá, at við Cobra máliháttinum er málningurin í grundini ein skitsa í nógvum løgum. Við meir siðvandum máliháttum byggir tú málningin upp, meðan tú her mest sum brýtur hann niður. Verður tú ov glað fyri okkurt á málninginum, skalt tú helst sletta tað aftur. Annars byrjar tú at laga restina av málninginum eftir tí, og so hvørvir tað spontanta, sigur Birger.
- Hesin málihátturin krevur faktiskt rættiliga stórt dirvi av luttakararnum. Tey mugu tora at sleppa øllum tí trygga og vælkenda, og tveita seg út, har tey ikki ána, um tey grynna, sigur Birger.
Heilt sleptir uppá fjall verða luttakararnir kortini ikki. Við jøvnum millumbilum hongur Birger onkran av málningunum upp, og metir um, hvat er gott, minni gott og hvat er vert at arbeiða víðari við.
Ein annar máti at hugsa
Ein av meir royndu luttakararnum á skeiðnum er Høgni Thomsen, sum hevur virkað sum listamálari í mong ár. Tey flestu kenna Høgnasa myndir sum naturalistiskar og stílreinar. Hvussu ella um skeiðið fer at ávirka hansara málihátt framyvir, dugir hann ikki at siga. Fyribils kann hann bara staðfesta, at hetta er beint øvut tí, hann plagar at gera.
- Stóri munurin er, at her máli eg innifrá og út, ikki útifrá og inn, sum annars, tá motivið stýrir, sigur Høgni og hyggur grunandi at myndini, hann er í ferð við at mála.
Birgit Hansen heldur tað verða rættiliga spennandi at síggja, hvat hetta máliskeiðið fer at føra til í hennara málningum.
- Hetta er ein heilt annar máti at hugsa og síggja tingini uppá. Eg havi lært rætiliga nógv, tí Birgir dugir ótrúliga væl at læra frá sær. Og er hann ikki bangin fyri at siga sína erligu meining, sigur Birgit.
Málningakjak
- Hesin málningurin hevur fullkomiliga mist jørðforbindilsi, ljóðar frá rúminum við síðuna av, har Birger júst hevur hongt ein málning upp til metingar.
Fleiri av luttakararnum eru komnir inn at hoyra, hvat hann hevur at siga. Kvinnan, ið hevur gjørt málningin, fær ein lítlan hvøkk av besøgna kritikkinum frá Birger og sær eitt sindur mótfallin út.
Kjakið gongur lívliga aftur og fram, og sum frá líður, fær kvinnan mótið aftur og kemur við einum boði uppá, hvat er galið við málninginum.
- Tú skal lata myndina koma fram í prosessini – so at siga mála myndina fram. Royn og drag verurnar í myndini meir fram, men ikki ov nógv. Áskoðarin skal framvegis sleppa at spæla aktivt við í tíni søgu ...
Birger heldur áfram at greiða frá. Tá kvinnan fær málningin aftur, sær lagið út til at vera munandi betri.
Archibald gleðir seg
Løtu seinni støkkur listamaðurin Archibald Black inn á gólvið at forvitnast. Archibald hevur undirvíst í málningalist í eini 13 ár og hevur havt flestu av skeiðsluttakararnum sum næmingar. Hann heldur tað vera fínt, at hann og næmingarnir nú fáa eitt sindur av íblástri útfrá.
- Við sama undirvísara í so mong ár, kann tað blíva nakað einsháttað. Ikki tí, eg havi fleir ferðir tikið stig til at lata næmingarnir royna seg við tí meir abstrakta, men tað hevur gingið nakað striltið. Tað er óført at síggja, at tey akta Birger betri enn meg, flennir Archibald.
Birger skoytir uppí, at meðan Archibald tekur sær av tí breiða spektrinum, kílar hann seg inn ímillum við tí meir serstaka.
- Tað er als ikki vanligt, at fáast við nakað so serstakt sum Cobra máliháttin á einum vanligum kvøldskúlaskeiði, har alt tað grundleggjandi eisini skal fáast uppá pláss, sigur Birger.
Archibald dylur ikki yvir, at hann gleðir seg til at síggja onkran av hesum skeiðsluttakararnum aftur á sínum skeiði aftaná summarferiuna.
- Eg billi mær ikki inn, at tey fullkomiliga hava slept tí meir naturalistiska. Men eg ivist ikki í, at hetta skeiðið hevur lagrað seg onkursvegna og gjørt tey meir opin sum málarar, sigur Archibald Black.