DJ-show í Vestmanna leygarkvøldið

DJ-show verður fyri tannáringar, ið fara á Bátastevnu leygarkvøldið. Komandi vikuskifti er Bátastevna í Vestmanna. Fyri bæði at geva ungum og gomlum eina góða uppliving verður skipað fyri DJ-show. Øll tey árini, Bátastevnan í Vestmanna hevur verið, hava tey ungu undir 18 ikki rættiliga havt nakað stað at fara um kvøldið, tá ið foreldrini eru farin í dans.

 

Tískil verður skipað fyri DJ-show fyri 15 ára gomlum og eldri í dansistovuni í Vestmanna frá kl. 22 leygarkvøldið.

 

Kelda: tíðindaskriv