Leygarkvøldið verður DJ-show og karaoke í Mentanarhúsinum í Fuglafirði
Nógvar nýggjar karaoke fløgur eru júst heimkomnar við løgum so sum »This love« hjá Maroon 5 v.m. og hvør hevur ikki tralla við tá ið »Summernigths« úr Grease hevur ljóma út úr hátalarunum. Nú eru fleiri hundraðtals løg at velja ímillum.
Hesaferð verður tað Jákup Jacobsen sum verður frásøgufólk. Mark verður DJ. Teir báðir eru kendir fyri at seta rættligt lív í. Teir siga í tíðindaskrivinum, at fleiri nokk skulu sleppa framat at syngja enn seinast.
Tiltakið verður í Mentanarhúsinum leygarkvøldið tann 18.sep. kl. 23:30-03:30.










