Djóraverndarfelagið hevur í nógv harrans ár verið rikið av fólki ið hava eitt stórt hjarta og vilja okkara djórum væl.
Tá eg var barn, vóru eldri konur sum tóku sær av hesum. Høvdu kettir og hundar inni, sum fólk høvdu funnið og ikki visti hvat tey skuldu gera við. Nú er Djórarverndarfelagið blivið eitt stórt felag, við nógvum fólki, eisini ungum, sum gera eitt megnar arbeiði. Men tað er skeivt at taka hetta sum eina sjálvfylgju at fólk, ólønt, skulu skulu taka sær av djórum sum á ein ella annan hátt eru komin í neyð.
Tað undrar meg at tað ikki verður varpað ljós á hetta mál. Sjálv havi eg skrivað um tað fyrr, tí eg haldi at tað er tíð uppá at vit taka hendan spurningin í álvara og ikki rista uppá høvdið og siga “ hatta eru bara djór” Vit eiga at vera góð við djórini, ella í hvussu so er geva teimun ið gera hetta megnar arbeiði, sømiligar umstøður at arbeiða undir. Sum nú er hava privat fólk djórini heima hjá sær sjálvum og alt arbeiðið er sjálvboðið. So gott sum alla aðra staðni hava tey djórainternat, eitt nú “ Dyrens værnd” og felagskapir til frama fyri djórini. Eg haldi at Djóraverndarfelagið átti at verið stuðla so tað fær betri umstøðir at arbeiða undir.