Á tingfundi í dag fer Løgtingið við aðru viðgerð at taka støðu til uppskotið hjá Tjóðveldi um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni.
Hetta uppskotið verður helst felt, um mett verður út frá fyrstu viðgerð.
Annað mál er at seta úr gildi Lov om Vivisektioner, Lov om Ødelæggelse af Ravnenes Yngel paa Færøerne og Lov om Hesteavlens fremme på Færøerne.
Talan er í hesum føri um tvær gamlar danskar lógir. Onnur snýr seg um eina lóg frá 1892 um Øddelæggelse af Ravnens yngel og hin um Hesteavlens fremme på Færøerne frá 1931.
Ein triðja lóg verður eisini sett úr gildi. Talan er um lógina, sum gevur rætt til at brúka djór í vísindaligum kanningum, men hendan lógin, sum eisini hevði til endamáls at forða fyri, at djó́r verða pínd óneyðugt, er nú avloyst av djóravælferðarlógini.
Lógin ásetur reglur fyri, nær loyvt er at gera royndir við djórum, um royndirnar hava við sær pínu fyri djórið. Somu leiðis er ásett, at slíkar royndir bert kunnu gerast av tí, ið hevur fingið loyvi frá danska løgmálaráðharranum til tess.
Hesi viðurskifti eru nú ásett í § 10 í djóravælferðarlógini.
Heimildin hjá danska løgmálaráðharranum í Lov om Vivisektioner er sambært djóravælferðarlógini hjá landsdjóralæknanum.
Mett verður tískil, at lógin kann verða sett úr gildi.
Skráin fyri tingfundin í morgun klokkan 11 er hendan:
Týsdagur, 18. Februar 2020, kl. 11:00
1. 2. viðgerð: Løgtingsmál nr. 21/2019: Uppskot til løgtingslóg um upplýsing um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni
2. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 59/2019: Uppskot til løgtingslóg um at seta úr gildi Lov om Vivisektioner, Lov om Ødelæggelse af Ravnenes Yngel paa Færøerne og Lov om Hesteavlens fremme på Færøerne
Málið verður beint í Vinnunevndina
3. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 60/2019: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lov om børns retsstilling (Váttan av faðirskapi)
Málið verður beint í Trivnaðarnevndina
4. 1. viðgerð: Løgtingsmál nr. 61/2019: Uppskot til samtyktar um at føroyska málið skal vera rættarmál burturav
Málið verður beint í Rættarnevndina
5. Framløga