Djúpvatnstrolarar minkandi veiðivirði

Veiðinøgdin er minkað, og miðalprísurin er eisini lækkaður níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár Eins og hjá partrolarum er fíggjarstøðan hjá lemmatrolarunum hampilig, og konsolideringin er á góðari leið. Lemmatrolarar eru teir, sum vit undir einum plaga at rópa djúpvatnstrolarar.

Rasmussen og Weihe siga í sínari greining av fiskiskipaflotranum, at gjaldførið hjá hesum skipum er batnað seinastu arini og er eisini nøktandi fyri árið 2006.

- Lemmatrolararnir hava klárað at havt ein rímiliga javnan rakstur fram til 2003, men í 2004 hevði skipabólkurin eina munandi afturgongd. Minking í veiðinøgd og miðalprísi frá 2005-2006 merkti, at úrslitið hjá hesum skipum aftur vendist til hall.

- Sambært tølum hjá Føroya Fiskimannafelag hava lemmatrolarar havt eina afturgongd í veiðinøgd fyrstu 9 mánaðirnar í ár upp á 17% samanborið við somu mánaðir í fjør. Aftrat hesum er miðalprísurin eisini lækkaður nakað. Samanlagt er veiðivirðið 9 teir fyrstu mánaðirnar í ár minkað við 13,1%.

Havandi høgu oljuprísirnar í huga, sum hála í skeiva endan, væntar Rasmussen & Weihe, at raksturin hjá lemmatrolarum verður lakari í 2007 enn í 2006.