Djúpir tankar liggja aftanfyri

- Hvør smálutur er væl hugsaður ígjøgnum, men sum havnarfólk havi eg ilt við at venja meg við tann partin í uppskotinum, sum kemur at standa har verandi tinghús eru nú. Og tað hevur sjálvandi nakað at gera við kenslur, sigur Lisbeth L. Petersen, tingkvinna, í viðmerking til uppskotið til nýggja tinghúsið, sum nú ber til at skoða sum modell.

Sum fyrrverandi býráðsformaður í Havn hevur Lisbeth L. Petersen arbeitt í hjartanum í miðbýnum. Tað ger hon fyri so vítt enn sum býráðslimur og tinglimur. Men tað er fyrst og fremst sum havnarfólk, at hon hevur ilt við at sláa seg til tols við, at gomlu tinghúsini skulu burtur - sum tað vinnandi uppskotið til nýggj tinghús leggur upp til.

- Mær dámar sera væl uppskotið, tað er flott og øgiliga væl gjøgnumhugsað, men tað er sum havnarfólk at eg havi ilt við at venja meg við tann partin í uppskotinum, sum kemur at standa har verandi tinghús eru nú. Og tað hevur sjálvandi nakað at gera við kenslur, sigur Lisbeth L. Petersen.

Hon heldur, at frægasta loysnin hevði verið, at tikið bygningin hjá Telefonverkinum í brúk, innrættað hann sum arbeiðshøli hjá tingfólki og so tikið alt úr verandi tinghúsi og gjørt tað til ein sal.

- Vit kunna øll verða samd um, at verandi tinghús ikki eru nøktandi og tí eigur eitthvørt at verða gjørt, sigur Lisbeth L. Petersen.

- Tey, sum hava gjørt vinnandi uppskotið til tinghúsið, hava gjørt eitt stórt arbeiði og tað er alla æru vert. Har liggja djúpir tankar aftanfyri og hvør smálutur er væl hugsaður ígjøgnum.

Um tað er rætt at brúka meiri enn hálvt hundrað milliónir krónur uppá eini nýggj tinghús í hesum tíðum, sigur Lisbeth L. Petersen.

- Tað er ein viðbrekin spurningur at tosa um eina so stóra bygging og samstundis at seta tingmannalønirnar upp, tá ið øll skulu spara. Men tað er heilt greitt, at eitthvørt má gerast, sum bøtir um arbeiðsumstøðurnar hjá tingfólki. Kostnaðarmetingin er bara leysliga mett og royndir siga okkum, at tað er trupult at byggja á einum staði sum miðbýnum í Havn.