Gamla Liverpool-legendan, tann nú 34 ára gamli Fenerbache-spælarin, Dirk Kuyt gevst nú á niðurlendska landsliðnum. Dirk Kuyt skeyt 24 mál fyri Niðurlond í 104 landsdystum, sum hann spældi fyri "Oranje", árini 2004 til 2014.
Við niðurlendska blaðið, De Telegraaf sigur Dirk Kuyt: - Tað er tungt at siga landsliðnum farvæl. Nú eri eg ikki longur ein Oranje-spælari, men bert ein Oranje-fjeppari. Eg komi at sakna serligu kensluna ein hevur, tá tjoðsangurin verður spældur undan dystarbyrjan. Eg eri takksamur fyri at hava spælt fyri mítt land, og tað er tann størsti heiðurin kann vinna, sum fótbóltsspælari, staðfestir nú fyrrverandi niðurlendski landsliðsspælarin, Dirk Kuyt.