Direct Level yvirraskaðu

Direct Level høvdu eina góða rokkkonsert, har serliga sangarin skaraði framúr
Direct Level skuldu á útipallin, men vegna veður varð konsertin flutt innandura. Eini 300 fólk vóru komin at lurta inni í salinum, har stólarnir nú vórðu burtur.

 

Hetta var fyrsta konsertin hjá Direct Level í eitt ár. Tað hoyrdist tó ikki á teimum ? teir eu væl samanspældir, og sangirnir sita væl.

Teir spældu nokkso seigan og til tíðir harðan rokk, sum ofta byrjaði friðarliga og bygdi upp til eina sterkari ljóðmynd.

Styrkin í bólkinum er heilt avgjørt sangarin og gittarspælarin Dan Leivsson. Hann syngur ótrúliga væl, klárar væl at fara í falsett og rakar tónarnar beint á.

 

Í seinasta sanginum ?The Levels? bjóðaði Dan nøkrum ungum monnum uppá pallin at syngja við. Allir vóru í troyggju, og onkur hevði blað við teksti á, hóast teir bara sungu ?dadada...?

Serliga í hesum sanginum minti tað rættiliga nógv um The Killers.

 

Direct Level hava ment seg nógv hetta seinasta árið, og serliga hevur Dan tikið seg nógv fram sum sangari. Tað er góðska í sangunum, samanspælið er gott, og teir kunnu heilt sikkurt menna seg til okkurt ordiliga gott.

 

 

 

Oddur á Lakjuni