Lisbeth L. Petersen og Beate L. Samuelsen, sum eru millum høvuðspartaeigararnar á Dimmalætting, staðfesta, at tað ikki vera tær, sum fara at seta pening í Dimmalætting fyri at fáa skuldina niður.
Hetta siga tær í kjalarvørrinum av, at tað í fyrradagin kom fram, at stórar umleggingar eru ávegis á Dimmalætting.
Lisbeth L. Petersen staðfestir - júst sum stjórin, Árni Gregersen, gjørdi í Sosialinum í gjár - at ein umskipan er ávegis, men at hon ikki vil upplýsa, hvønn samráðst verður við.
- Vit samráðast ymsar vegir, og tí kann eg ikki siga nakað um, hvønn vit samráðast við, sigur Lisbeth L. Petersen.
Hon leggur eisini afturat, at enn eru ognir í felagnum, sum tað ber til at selja.
Tað hevur ljóðað at starvsfólk á Dimmalætting skuldu taka seg saman og gera okkurt, men hetta kenna, hvørki Beate L. Samuelsen, sum er millum størstu partaeigararnar og arbeiðir á blaðnum, ella stjórin, Árni Gregersen, nakað til.
- Eg rokni við, at eg hevði vitað tað, um nakað var, sigur Beate L. Samuelsen.
Afturat hesum vilja tær báðar ikki upplýsa alt ov nógv, men tær staðfesta, at tað er skuldin í felagnum, sum gevur stórar avbjóðingar og at tað hevur verið arbeitt við eini loysn í longri tíð.
Stjórin í Notio, sum er íleggingarfelag, ið eigur nógv í Dimmalætting, sigur seg ikki kunna gera viðmerkingar til nakað um Dimmalætting.
Seinastu árini hevur Dimmalætting havt stórt hall, og í dag liggur skuldin hjá felagnum á umleið 25 milliónum krónum.