Country-tónleikur úr Texas verður í Stóra Pakkhúsi í kvøld. tann syngjandi cowboy?arin, Dickie Lee Erwin, saman við Stanley Samuelsen,
fer at spæla í Stóra Pakkhúsi.
Dickie Lee Erwin, sum spælir gittar, banjo og syngur, er ein rættur
cowboy?ari, er føddur og uppvaksin á præriuni í Texas. Tónleikurin hjá honum
kemur eisini beint frá hansara cowboy-hjarta.
Saman við Dickie Lee verður Stanley Samuelsen, sum í Føroyum, serliga er
kendur fyri sín egna tónleik. Stanley hevur tó altíð haft country-tónleikin
tætt at sær, og tá hann fyrr í ár varð í Austin, Texas í ?The House of
Songs?, møtti hann Dickie Lee Erwin. Og tá gittarspælið hjá Stanley, rann
saman við banjo og gittarspælinum, og ikki minst country-røddina hjá Dickie
Lee ? tá gekk alt upp í eina hægri eind.
Húsið er opið frá kl. 22.00 og Dickie Lee og Stanley fara at spæla frá kl.
23.00 .