Dickie Lee Erwin og Stanley Samuelsen fara at framføra á Irish Pub í Havn, Stóra Pakkhúsi í Vági, og í Café Chill í Kollafirði Kendi trubadururin úr Fuglafirði, Stanley Samuelsen er farin undir enn eitt spennandi, tónlistarligt samstarv.
Í januar kom Stanley í samband við Dickie Lee Erwin, sum er ein country-sangari, sum hevur røtur í tí gamla cowboy-umhvørvinum í deilríkinum, Texas. Dickie er vaksin upp í oyðimørkini, langt burtur frá havinum, og er tað eitt ógvuliga ókent umhvørvið fyri tann garvaða country-sangaran at verða á ferð í Føroyum. Men hóast Dickie og Stanley eru uppaldir í so ymiskum umhvørvum, sum Texas og í Fuglafirði, so hava teir funnið saman tónlistarliga, og tey sum hava hoyrt hesar báðar garvaðu trubadurarnar á konsert saman, siga við ein munn, at tað gongur upp í eina hægri eind.
Í annaðkvøld frá klokkan 22 til midnátt spæla Dickie Lee Erwin og Stanley góðan, gamlan countrytónleik í Irish Pub í Havn.
Leygarkvøldið fara Dickie og Stanley á pall í Stóra Pakkhúsi í Vági, og har fara teir at framføra millum klokkan 22 á kvøldi og til klokkan tvey.
Sunnudagin framføra teir á Café Chill í Kollafirði. Hetta verður millum klokkan 17 og 19.









