Diamantbrúðarparið Anna og Jákup Kass

Til mammu og pápa á diamantbrúðleypsdegnum 27.11.2009.

So eydnurík – tað sigast má

At eiga tykkum okkum hjá

Tit altíð hava fjálgað væl

Vár takkarkvøða ljóða skal.


Við umsorgan, kærleika - barnaár góð

Sum fyrimynd tit vístu oss slóð

Altíð tað góða orðið frambera

Í heimi, í yrki vár styrki skal vera

Eitt jaligt sinni ávøkstur ber

Tað vegin og lívið ljósari ger.


Hvønn dag tit oss fevna

Í bøn okkum nevna

Sterk eru kærleikans bond

Tit okkum øll leggja í Harrans hond.


Ei orðini rúma vár takksemi her

Tøkkin av øllum til Guð hon fer

At okkum untist foreldur so trúgv

Í seksti ár nú hava havt búgv

Mong eru ár, og gránað hár

Rík minnir vit goyma í hjørtum vár.




Góðu mamma og pápi, hjartaliga til lukku á hesum stóra degi.

Takk fyri alt, tit eru fyri okkum.

Má Harrin framhaldandi signa lívsleið tykkara.


Ynskja

Marjan, Bartal og Karin