Dia vísir skuldsetingunum aftur

Kringvarpið kom í brennidepilin við sendingini um skattamálið. Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, vísti á, at sendingin vísti eina manipuleraða mynd í lýsinini av stjóranum í EIK, Súna Schwartz Jacobsen, við at nýta myndir, ið stavaðu frá eini bókaframløgu, ið stjórin í EIK hevði verið til.

 

Nú vísir Dia Midjord hesum aftur í skrivi til fjølmiðlar í kvøld.

 

- Tá talan er um at manipulera í journalistiskum høpi, so er tað at vreingja sannleikan. Tað vil siga, at journalisturin sigur ósatt ella roynir at skapa eina ranga veruleikamynd.
Ætlanin við umrødda brotinum var á ongan hátt at manipulera, sum Sjúrður Skaale skuldsetir Kringvarp Føroya fyri.
Umrødda brotið var ikki berandi á nakran hátt, og tað varð ikki fjalt útyvir, hvaðani brotið stavar, sigur Dia Midjord.

 

Skrivið kann lesast her.