Øll hava vit eina ófrættakenslu tá ið telefonin ringir árla á morgni. Soleiðis var eisini henda morgunin mamma ringdi. Eg kendi á mær, og hoyrdi á henni, at eitthvørt var galið. Teirra, og okkara góði granni, Dia Gaardbo var farin. Hetta kom kanska ikki so óvart, hann hevði nú í longri tíð verið veikur, og tá Eyðun kvøldið fyri segði mær, at pápi sín ikki hevði tað so gott, so komu boðini ikki so heilt óvart á meg.
Henda morgunin, meðan eg fái mær at eta, fara tankarnir aftur til barnaárini. Myndir, sum kennast so livandi, renna fram fyri meg. Alt tað, sum eg fyri langari tíð síðan hevði gloymt, stendur so klárt fyri mær. Síggi upplivingar og minnist gleðiligar hendingar, saman við Dia. Tað er, sum eg hoyri og síggi henda fryntliga og blíða mann. Altíð við tíð góða. Hugnaligur og barnavinarligur. Tá, á barnaárum, var einki sjónvarp, men hann var ikki seinur at spæla við okkum dreingirr, og tað vóru ikki so fáir Yatsi-blokkar, sum vit saman við Dia og beiggja hansara Dánial spældu. Dia hevði sera stóra umsorgan fyri familjuni, og ikki minst fyri tær Dánial, sum manst kenna saknin. Dia dámdi væl at vitja barnaheimið úti á Gørðum á Nesi, og her slapp eg eisini við. Út til tey so sera fyrikomandi foreldrini hjá Dia, Óla og Elsu.
Dia var ikki bert grannin, sum búði sunnanfyri ánna. Hann var eisini ein partur av húsinum sunnanfyri ánna, sum eg og systkin míni altíð høvdu at fara til. Kendist sum ein partur av barnaheiminum. Heimið, har vit, uttan at hugsa um tað, fóru, skuldi tað hent, at mamman var úti eitt lítið ørindi.
Tað er nøkur ár síðan áin var løgd undir flag. Áin, sum á ein ella annan hátt gjørdist einasta mark millum húsini. Var hon ikki, vóru húsini, fyri okkum børn, helst at kalla eitt.
Meðan eg siti og fái mær at eta, renna enn fleiri minnir til mín. Heilt klárt síggi eg aftur Dia á svørtu Tempolettini koma niðan brekkuna. Minnist skundin, vit dreingirnir høvdu, fyri at sleppa at sita á knallertini seinastu 40 metrarnar niðan gjøgnum brekkuna. Teir eru 4 beiggjar, og høvdu tí besta møguleikan til at fáa henda framúr túrin, sum ein sovorðin er hjá einum smádreingi. Hóast at teir skuldu havt ein fyrimun, so gjørdi Dia ikki mun á, og glaður var eg.
Sum eg siti og skrivi, kenni eg pennin verða so fátækan til at lýsa minni um henda so sera dámliga mannin. Vil bert lýsa nakað av tí, Dia og húsið hinumegin ánna hevur verið og er fyri okkum, norðanfyri ánna.
Sum smádrongur, og til eg sjálvur fekk familju, var tað ein nattúrligur partur at fara yvir á gólvið hjá Bettimi og Dia. Kanska ikki so løgið, tí teir dreingirnir og eg, vóru, og eru enn góðir vinmenn.
Sum eg sjálvur fekk familju, var tað helst so, at tað gjørdist longur ímillum, at eg stakk inn á gólvið. Oftast eitt lítið prát í túninum, ávegis at vitja foreldrini. Prátið varð, sum verða man, mangan um fótbólt, tí Dia hevði stóran áhuga í tí sum synirnir fingust við, og allir hava teir havt eitt stórt hjarta fyri NSÌ.
Áin var fyri árum síða løgd undir flag. Soleiðis er nú eisini við mínum góða vinmanni og granna Dia Gaardbo. Hóast aldursmun, so kendist tað altíð so, at Dia ikki einans var grannin, men eisini vinmaðurin.
Eg komi at sakna, men størstur mann saknurin verða hjá tær, góða Bettimi, og tí er gott at hava øll tey góðu minnini at taka til. Eisini tit beiggjarnir, Ólavur, Kristian, Eyðun og Oddfríður koma at sakna pápan, sum var so góður við tykkum.
At vit vóru nógv sum hildu av hesum so siðiliga manni, er fylgið, sum fylgdi honum til seinasta hvíldarstað eitt gott dømi um.
Eri takksamur fyri at eg kann draga fram øll tey góðu minnir eg havi um Dia Gaardbo. Má Hann sum valdar, styrkja øll tykkum sum sakna, mann, pápa, verpápa og abba.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minni um mín góða grann, Dia Gaardbo.
Sunleiv