Í annaðkvøld klokkan 20 spælir føroyska U21 manslandsliðið annan dystin í bólki A í HM-endaspælinum, sum er í Algeria í hesum døgum.
Dysturin í annaðkvøld klokkan 20 er ímóti Suðurkorea, sum tapti tepurt 29-31 til Noreg ígjár. Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2.
Tað hevur nógv at siga fyri suðurkoreanarar at vinna. Suðurkoreanarar eru eitt ógvuliga ærukært fólkaslag, har nógv verður lagt fyri at røkka málunum.
Kendasta dømið um hetta er Oh Seong-ok, sum spældi við suðurkoreanska kvinnulandsliðnum í mong ár. Saman við liðfeløgunum vann hon OL-gull í Barcelona í 1992, og fýra ár seinni vunnu hon og liðfelagarnir OL-silvur aftaná eina ógloymandi finalu ímóti Danmark í Atlanta, USA. Danmark vann finaluna 37-33 aftaná longda leiktíð. Støðan aftaná vanliga leiktíð var javnleikur 29-29. Í vanligu leiktíðini brendi Anja Andersen brotskast fyri Danmark í seinasta sekundi.
Aftaná minniligu OL-finaluna millum Danmark og Suðurkorea kom nakað fram, sum skelkaði nógv hondbóltshugað kring allan heimin.
Aftaná Oh Seong-ok og liðfelagarnir høvdu tapt OL-finaluna ímóti Danmark fekk hon eini skelkandi boð, sum høvdu verið duld fyri henni í seks dagar. Seks dagar áðrenn finaluna doyði pápi Oh Seong-ok, men mamma hennara og koreanski landsliðsvenjarin, Chung Hyung-Kyun avráddu saman, at Oh Seong-ok skuldi ikki fáa deyðsboðini fyrrenn olympiska hondbóltskappingin í Atlanta var liðug. Hetta so Oh Seong-ok kundi halda fult fokus á at vinna olympiskt gull fyri Suðurkorea. Tí tað hevði alt at siga fyri móðirlandið.
Oh Seong-ok greiddi seinni frá, at hon var ógvuliga hugtung aftaná at hava tapt OL-finaluna ímóti Danmark. Tá hon omaná finalutapið fekk at vita, at pápi hennara hevði verið deyður í heilar seks dagar, uttan hon hevði fingið at vita tað fór hon fullkomuliga í svart.
Í danska hópinum vóru tey skelkað um tað, sum Oh Seong-ok hevði upplivað. Danski venjarin, Ulrik Wilbek legði eina við, at hevði ein av hansara spælarum fingið líknandi deyðsboð, so stóð tað viðkomandi spælara frítt at fara heim til jarðarferðina, og viðkomandi hevði fingið deyðsboðini beinavegin, og ikki seks dagar aftaná.
Oh Seong-ok gjørdist seinni yrkisspælari í Evropa.
Ein serlig hondbóltsøga úr Suðurkorea, sum verður landið okkara U21 hetjur spæla HM-dyst ímóti í annaðkvøld klokkan 20.