Deyðarevsing reist á løgtingi

Deyðarevsing í Føroyum er eitt álvarsmál, heldur Heðin Mortensen, løgtingsmaður, sum vil hava ríkisumboðið at svara, hví deyðarevsing í krígstíð enn ikki er tikin av í Føroyum. Brestur kríggj á í Irak, er deyðarevsing galdandi ? á pappírinum

DEYÐAREVSING

Deyðarevsingin í Føroyum er so seiglívað, at tað gongst striltið av fáa hana tikna av døgum.
Hóast Løgtingið fyri meira enn einum ári síðan samtykti eitt ríkislógartilmæli um, at hernaðarliga revsilógin frá 1937 skal setast úr gildi í Føroyum, so hava ríkismyndugleikarnir ikki latið við seg koma enn. Og tað merkir í lógarinnar bókstavi, at deyðarevsing er galdandi í Føroyum, um kríggj brestir á.
Hetta hevur fingið Heðin Mortensen, løgtingsmann fyri Sambandsflokkin, at reisa málið í løgtinginum sum fyrispurning til ríkisumboðið. Hann vil hava Birgit Kleist ríkisumboð at svara løgtinginum, hví ríkislógartilmæli frá 22. desember 2001 um at avtaka hernaðarligu revsilógina frá 1937 ikki enn er avgreitt frá donsku ríkismyndugleikunum.
? Krígsstøða hóttir í hesum døgum allan heim, og sum partur av bæði ST og NATO eru Føroyar við í altjóða samfelagnum. Sostatt kann tað verða ein tulkingarspurningur, um Føroyar um stutta tíð eru í krígsstøðu, og harvið eisini ein tulkingarspurningur, um deyðarevsing er aktivt galdandi í Føroyum. Tað er als ikki nøktandi, at deyðarevsing er galdandi í Føroyum, og tað er heldur ikki nøktandi, at so mikið sum ivi kann vera um, at deyðarevsing møguliga er galdandi, sigur Heðin Mortensen í viðmerking til fyrispurningin.
Heðin Mortensen vil eisini hava ríkisumboðið at siga sær, um tað skyldast nakað endamál, at lógin enn ikki er tikin av, og nær hon verður tikin av.
Løgtingsmaður Sambandsfloksins heldur ongan iva vera um, at landsstýrið hevur rykt eftir málinum, serliga nú hóttanir eru um eitt altjóða kríggj. Kortini spyr hann ríkisumboðið, hvussu ofta landsstýrið hevur heitt á ríkismyndugleikarnar um at fáa málið avgreitt, síðan ríkislógartilmæli varð avgreitt.