Deyðarevsing fyri neyðtøku og morð

Forsetin í Peru, Alan Garcia, hevur skotið upp at broyta landsins grundlóg, so deyðarevsing kann setast í gildi aftur. Forsetin sigur, at eftir hansara tykki eigur deyðarevsing at galda fyri tey, sum neyðtaka børn og síðani beina fyri teimum.

Uppskotið hevur elvt til øsing í Peru, og fleiri mannarættindafelagsskapir eru harðliga ímóti, at landið skal seta deyðarevsing í gildi, nú so mong onnur lond hava sett deyðarevsing úr gildi. Uppskotið tykist heldur ikki hava stórvegis møguleikar í Kongressini, tí har er greiður meiriluti ímóti tí. Hinvegin vísir ein meiningakanning, at heili 92 prosent av kvinnunum í Peru taka undir við uppskotinum hjá forsetanum.

Alan Garcia noyddist at flýggja úr Peru í 1990, tá hann bleiv lagdur undir svik. Hann hevði tá verið forseti í fimm ár, og landsins búskapur lá í sori. Í 2001 kom hann heimaftur, og nú er hann aftur forseti. Hesaferð hevur hann lagt á annan bógv við búskaparpolitikkinum, og fyri at vísa tað í verki hevur hann skarvað meiri enn helmingin av sínari egnu forsetaløn.