Deyðans vatn - 2

Fyri fáum vikum síðani fingu vit at vita at brennivínshúsið Dism, var komið við nýggjum rúsløgi, sum framleiðararnir geva heitið Lívsins Vatn

Tá vísti eg á, “at mong hvøkku við og mettu tað, sum spottan av ringum slagi tá ið hesi tíðindi spurdust í útvarpinum,” og peikaði á tað høpisleysa í at geva brennivíni hetta navnið, samstundis sum eg grundgav fyri áskoðan míni.

Nakað eftir sást ein frágreiðing í bløðunum frá persóni, ið hevði við hetta virkið at gera. Hann segði seg vera harman um at fólk vóru særd av, at teir høvdu givið hesum brennivínsdrykki navnið “Lívisins vatn,” men royndi samstundis at verja avgerð teirra um at nevna drykkin “Lívsins vatn”.

Men tað má vera teimum greitt, sum hava givið hesum drykki slíkt navn, at tað særir flestu føroyingar djúpt, tí meginparturin føroyingar virða Bíbliuna, sum fleiri ferðir nevnir lívsins vatn, ið frelsarin einans kann geva menniskjum. Tí er navnið eitt heilagt heiti, ið ikki eigurt at verða nýtt á slíkan hátt. Um teir ikki vistu hetta áður, so vita eigararnir tað nú.

Eingin skilagóð verja er í at nýta eitt slíkt navn. Í besta føri er eitt slíkt navn ein følsk reklama, ið villeiðir brúkaran. Hetta vita øll, ið hava kent sviðan av brennivínsavleiðingunum. Eitt er at spotta av óvart. Men at spotta við vitandi og vilja er lítið sømiligt – og álvarsligt. Nøkur skriftorð í Opinberingini, har lívsins vatn verður umrøtt:

“Tí Lambið, sum er mitt fyri hásætinum, skal verða hirði teirra og leiða tey til vatnskeldur lívins, og Gud skal turka hvørt tár av eygum teirra.” Op. 7,17

“Eg skal geva hinum tysta av keldu lívsvatnsins.” Op. 21,06

“Hann vísti mær lívsvatnsánna skínandi sum krystal, hon rann út frá hásæti Guds og Lambsins.” Op. 21,01

“Andin og brúðurin siga : “Kom!” Tann, ið hoyrir, sigi: “Kom!” Tann, ið tystir, komi! Tann, ið vil, taki vatn lívsins fyri einki!” Op. 22,17.