Detailprojektera havrannsóknarskip

Skipasmiðjan Mest er nú farin undir at detailprojektera nýggja havrannsóknarskipið, sum skal loysa Magnus Heinason av um nøkur fá ár. Magnus Heinason, sum annars hevur verið eitt gott skip til sína tíð, er smíðaður í 1978 og er soleiðis vorðin ov gamal, ótíðarhóskandi og dýrur í rakstri.

Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sigur seg vóna, at nýggja landsstýrið, sum verður valt, fer at halda fram við teimum ætlanum um nýtt havrannsóknarskip, sum nú liggja í kortunum.

25 miljónir krónur eru játtaðar til nýbygging, og síðan hevur politiska ætlanin verið, at nýggja havrannsóknarskipið er partur av langtíðar íløguætlanini, sum merkir, at skipið kann verða liðugt at taka í nýtslu í 2014.

- Vit eru nøgd við hesa tíðarætlan, og vit vóna, at nýggi meirilutin á tingi fer at fylgja henni, sigur Eilif Gaard.

Stjórin á Havstovuni vísir á, at detailprojekteringin skal verða liðug til várs, soleiðis at arbeiðið at smíða nýggja skipið kann bjóðast út.

- Vit hava avtalað við Fiskimálaráðið, at útbjóðingartilfarið skal verða klárt í endanum av mars næsta ár, leggur hann aftrat.

Eilif Gaard vísir á, at nýggja skipið verður 54 metrar langt og 12,6 metrar breitt. Til samanburðar kann nevnast, at Magnus Heinason er 44,5 metrar langur.

- Stórur dentur verður lagdur á, at nýggja skipið verður bíligt í rakstri. Hetta verður eitt nú gjørt við, at skrokkurin fer at hava eitt skap, ið ger, at skipið glíður væl ígjøgnum sjógvin, eins og ein nýggj maskina altíð verður økonomiskari enn ein gomul maskina, sigur stjórin á Havstovuni.