Dan R. Petersen
Sitandi formaður í F.F. er í øðini, tí sjómenn hava kosið sær eitt valevni, ið fer at koppa honum. Og so kallar hann seg demokrat í Útvarpinum.
Fyri fyrstu ferð í 18 ár rillar stólurin.
Í blaðgrein 17.11. sigur hann meg vera desperatan eftir at blíva formann í F.F. Lat meg sláa rimmarfast, at eg ongar persónligar ambitiónir havi um henda postin. Eg eri í einum góðum starvi og havi ongantíð trivist betur. Men hesi árini, eg havi siglt, havi eg sæð, hvussu nógv liggur á láni hjá Óla. Í 4 ár havi eg loddað stemningin fyri formanninum millum skipsefelagar, og hann er akkurát 0.
Alla hesa tíðina eri eg biðin um at stilla upp, men havi sagt nei. Í telefonini og á fundum havi eg roynt at purra mannin út. Uttan úrslit. Tá so menn byrja at ringja av skipum nú í heyst og kæra sína neyð, játti eg. Mótsett Óla so kenni eg umstøðurnar hjá sjómonnum á egnum kroppi, eg havi tilfar at vera í blaðkjaki í hálvantriðja mánað út í eitt, og eg havi orku til tað.
Eg havi onki at missa, men fær sitandi formaður 3 ár aftrat, sum hann ætlar, so verður sjómaðurin tann stóri taparin, og tað hevur hann ikki uppiborið. Bara tí stilli eg upp.
Eg skal venda aftur til kryvjimaskinurnar, tí sjálvandi lýgur undirritaði ikki.
Hóast Óli er í øðini, helt eg, at eg skuldi vitja hann ein dagin. Tað gekk ikki, sum eg ætlaði. Tað er eisini ein spennandi søga, sum kemur seinni. Tí verður hetta framhald.