Denne lov gælder ikki for Færøerne

Hevði ikki verið betur at orða lógina “Denne lov gælder ikke for Færøerne í 2 år. Den træder da i kraft ved Kongelig anordning”?

Det skulle være så godt, men så var det faktisk skidt. Eg sipi til ein, eftir míni meting, veikleika í Heimastýrisskipanini. Og orsøkin liggur í Føroyum, tí vit hava ábyrgdina. Lógir verða ikki ajourførdar her á landi – til skaða fyri borgaran í Føroyum.

Heimastýrislógin hevur júst hildið rundan føðingardag 60 ár.

Hendan lóg hevur verið ramman um eitt land og eina menning av okkara tjóð, sum fáur hevði droymt um. Væl hevur ikki alt verið ein dansur á rósum – ella júst ein dansur á rósum, har vakurleikin hevur verið nógvur – sjálvt um vit hav stungið og skrætt okkum, júst, sum ein kann vænta, tá ein fæst við rósur.

Tí sambært Heimastýrisskipanini liggur lóggevandi valdið í Føroyum. Tí í Føroyum skulu føroyingar ráða – og tað gera vit við Heimastýrisskipanini.

Ein fylgja av heimastýrislógini er, at denne lov gælder ikke for Færøerne. T.v.s. at lógir, ið verða samtyktar á Fólkatingi ikki verða settar í gildi fyri Føroyar. Tað skuldi verið gott, tí intentiónin er, at lógirnar skulu tillagast til føroysk viðurskiftir.

Í Danmark varð t.d. ein forsorgarlóg sett í gildi fyri Føroyar í 1950 við Kongaligari fyriskipan. Síðan eru lógir og broytingar setta í verk í donsku lógina, kunngerðir eru broyttar javnan.

Men hvussu hevur gingist í Føroyum? Jú vit hava enn eina forsorgarlóg frá 1950. Tað at Christiansborg hevur samtykt lógir har, har ískoyti er, “denne lov gælder ikke for Færøerne” hevur ikki verið til gagn fyri Føroyar og serliga føroyingin.

Spurningur mín er tí, um ikki ein broyting skal gerast í praksis av lógini á Christiansborg so teir framyvir koma at samtykkja at denne lov gælder ikke for Færøerne í 2 år. Den træder da i kraft ved Kongelig anordning”. Tí tað hevði tryggja at lógarverk okkara var ajourført javnan. Og ikki sum nú, har borgarin verður offur fyri tørvandi ajourføring av lógarverki okkara orsaka av eini lóg, ið ætlanin var skuldi vera góð, men sum í veruleikanum ikki er tað, tí politikarar snorksova, tilvitað ella ótilvitað.