Denktash hevur skyldina

ST-trygdarráðið gevur nú turkiska leiðaranum á Kýpros, Rauf Denktash, skyldina av, at einki kom burtur úr samráðingunum um at samskipa tann turkiska og tann grikska partin av oynni.

Øll tey fimtan limalondini í trygdarráðnum atkvøddu fyri einari samtykt, sum sigur, at Denktash gjørdi alt ov lítið fyri at fáa glið á samráðingarnar, og londini mæla honum til at fara aftur til samráðingarborðið. Kortini ásanna diplomatar hjá ST, at útlitini fyri einum nýggjum samráðingarumfari eru vánalig, tí hvørgin parturin tykist serliga hugaður fyri at taka samráðngarnar uppaftur.
ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, kom fyri einum mánað síðani við einum uppskoti um at halda fólkaatkvøðu á Kýpros um at samskipa teir báðar partarnar, men hesum vísti Rauf Denktash aftur alt fyri eitt. Hann legði afturat, at hann fer ongantíð at ganga við til eina fólkaatkvøðu um sameining.