Hann sigur, at frá danskari síður hevur verið ein ætlan um, at Den Danske Bank hevur skula sloppið úr Føroyum.
? Veruleikin er tann, at Føroya longu fóru fallit í 1990, men av tí, at landsstýrið hevur so nógv veðhøld, so liva bankarnir av veðhøldunum 1, - 1,5 mia. Hetta ger so tað, at skanadalan sæst ikki fyrr enn tvey ár seinni, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at longu tíðliga í 1992 er Den Danske Bank greiður yvir, at tað er galið í Føroyum, teir seinda tveir mans til Føroya at hjálpa til við hesum her. Tá so Fíggjareftirlitið um heystið er í Føroyum, taka teir Sjóvinnubankan fyrst. Fíggjareftirlitið ger so tað í september í 1992,m at teir kunna Den Danske Bank um, hvussu støðan er í Sjóvinnubankanum, sigur Bjarni Djurholm.
? Teir fortelja m. a. eisini Den Danske Bank, at Birgir Danielsen skal frá sum nevndarformaður. V. ø. o. vil tað siga, at eitt »óheft« Fíggjareftirlit kunnar Den Danske Bank um støðun í Sjóvinnubankanum.
? Tá so føroyingarnir koma niður er alt leyst og liðugt - og alt systemið er gearað til at taka ímóti teimum, greiðir Bjarni Djurholm frá. Hann leggur tó afturat, at hann heldur, at tað tá meira koyrir á embætismannastøði enn á politiskum støði
Her hevur Bjarni Djurholm eina kansa stuttliga - ella kanska syrgiliga søgu:
? Tá ið Atli Dam og Jógvan Sundstein komu niður at samráðast. (Hetta stendur tó ikki í frágreiðingini, men kom fram í sjónvarpsendingini)
Jógvan Sundstein og Atli Dam vórðu samdir um, at nú máttu teir kanna møguleikar fyri at læna pengar í Danmark. Teir samráðast so við Flemming Duus frá Den Danske Bank um at læna pengar til Sjóvinnubankan. Hann er fjúrtan dagar framman undan blivin kunnaður av Fíggjareftirlitinum - men hann letur sum einki!
? Flemming Duus veit alt, og Atli Dam og Jógvan Sundstein eru enntá so large, at teir eisini bjóða sær til at hjálpa Føroya Banka, um hann eisini skuldi komið í trupulleikar, sigur Bjarni Djurholm, sum vísir á, at danir hava grinið tjúkt eftir føroyingum.
? Tað hendir nú ikki so nógv meira, uttan tað, at Fíggingargrunnurin verður stovnaður. Í reglugerðinistendur, at endamálið er m. a. at bjarga bankum - altso í fleirtali.
Bjarni Djurholm greiðir frá, at kanningarnevndin er komin til ta niðurstøðu, at orsøkin til, at hetta stendur í fleirtali er, at eitt norskt modell er nýtt sum fyrimynd, og at teir líkasum vilja binda um heilan fingur.
Greitt er kortini, at áðrenn jól 1992 er Den Danske Bank klárur yvir støðuna í Føroyar Banka. 14. oktober er greitt, at bankanum tørvar 1 - 1,5 milliard krónur.
? So gongur tíðin, og vit koma út á várið 1993, og vit koma til næstu kreppuna í Sjóvinnubankanum. Tá er tað, at notatið kemur á borðið um, at tað kanska hevði verið snilt at broytt eigaraviðurskiftini í bankunum. Bjarni Djurholm heldur, at føroyskir embætismen n óivað hava sæð,hóast teir siga seg ikki hava sæð tað, sigur hann.
Hyggur tú eftir notatinum fráBúskaparráðnum frá 16. mars 1993, so siga teir har, at tað hava helst verið ætlanir um at gera nakað við bankarnar áðrenn 30. januar 1993.
? Tað kunnu teir bara vita, um teir hava sæð notatið frá 30. januar 1993, tí tað hevur bara staðið har, sigur hann.
Niðurstøðan av hesum er, at føroyskir embætismenn hava fingið eitt vink - men hava kanska ikki trúð tí, sigur Bjarni Djurholm.
? Tað er próvfast í frágreiðingini, at hvørki Atli Dam, Jógvan Sundstein ella Marita Petersen hava verið presenterað fyri tankanum, sigur Bjarni Djurholm.
So gongur tíðin, men tá tann politiski myndugleikin kemur inn í myndina er, tá Den Danske Bank skrivar til Poul Nyrup Rasmussen tann 8. februar 1993 um skeivu kappingina í Føroyum - og tá kemur politikkur upp í, sigur hann.