- Kynsjavnvágin á tingi er skeiv sum er, og tað er ein demokratiskur trupulleiki, sum eitt nú Demokratia skal vera við til at broyta. Endamálið er at veksa so mikið um kvinnuligu umboðanina, at kynini verða javnsett í umboðanini.
Tað sigur Demokratia í tíðindaskrivi í kvøld, og mikukvøldið 26. august klokkan 19.30 fer Demokratia at skipa fyri val-café á Bókasavninum við Løkin í Runavík.
- Ein spurningur, sum man hava verið bágin hjá mongum, er vantandi dirvi at traðka fram. Tað er eitt tak hjá teimum flestu, men tað er neyðugt at tora at stíga fram og at siga sína hugsan, og eisini at sannføra onnur, skal demokratiska bráðpannan áhaldandi virka til fulnar.
Demokratia heldur, at soleiðis, sum samfelagið hevur ment seg á ymiskum mótum og í ymiskum brigdum, er stórur tørvur á, at einstaklingurin brúkar sínar førleikar og leggur síni sjónarmið fram á torg - fyri at felagsskapurin tekur tær rættastu avgerðirnar øllum til frama.
- Á val-café'ini í Runavík fer Eydna Skaale, retorikari, at halda fyrilestur undir heitinum: “At tora at stíga fram.” Í steðginum, eftir fyrra partin av kvøldinum, fara Døgg Nónsgjógv og Allan Tausen at syngja og spæla nøkur løg, og tá fæst eisini kaffi og okkurt søtt undir góman.
Demokratia vísir á, at seinni partur av kvøldinum verður skipaður sum ein pallborðsfundur. Fýra kvinnulig valevni fara at sita í panelinum, og hesar verða Hanna Jensen, Petra Iversen, Eyðgunn Samuelsen og Annita á Fríðriksmørk.
- Tær fara at siga eitt sindur um seg sjálvar og at greiða frá, hví tær bjóða seg fram. Tær fara eisini at tosa um forðingar á leiðini fram til avgerðina at stilla upp, og helst fara vit eisini at hoyra frá teimum um, hvat tær halda um gongdina higartil, tá ræður um at røkka málinum um kynsjavnsetta umboðan.
Lagt verður aftrat, at áhoyrararnir sleppa eisini til orðanna, og tað verður Deirdre Hansen av Glyvrum, sum fer at stjórna hesum partinum av kvøldinum.